Heðin, Kristin og Pauli skulu velja

Um Jákup Mikkelsen og Annika Olsen fáa sín vilja, so mugu Heðin Mortensen, Kristin Michelsen og Pauli T. Petersen taka støðu til, um teir ynskja at vera tingfólk ella borgarstjórar, tí framyvir skal tað ikki vera møguligt at røkja báðar sessirnar samstundis.


Tingfólkini hava lagt eitt uppskot fyri løgtingi, har mælt verður til at strika § 6, stk. 2, 5. pkt. í kommunustýrislógini, ið gevur kommunustýrum heimild til at loyva frávik frá § 6, stk. 2, 4. pkt., ið áleggur at ein borgarstjóri í fulltíðarstarvi skal leggja borgarliga starvið frá sær umframt øll almenn álitisstørv, sum ikki hava beinleiðis samband við starvið sum borgarstjóri.


Um uppskotið verður samtykt, so fær tað gildið alt fyri eitt, og mugu núverandi borgarstjórar á tingi, Heðin Mortensen, Kristin Michelsen og Pauli T. Petersen, taka støðu til, hvat starv teir ynskja at røkja.


Uppskotsstillararnir leggja í uppskotinum dent á, at tey ikki ynskja at nokta nøkrum at stilla upp, men at ein persónur ikki skal røkja tveir sessir samstundis.


- Borgarstjórar skulu framvegis hava sama rætt sum aðrir borgarar at stilla upp til Løgtingið, men fulltíðar borgarstjórar mugu sambært uppskotinum, um teir verða valdir, velja antin borgarstjórastarvið ella løgtingssessin, skriva Annika Olsen og Jákup Mikkelsen.


Í viðmerkingunum vísa tingfólkini á, at tað er øktu uppgávurnar hjá borgarstjórum, ið ger, at neyðugt er at avmarka teirra møguleikar fyri fleiri størvum.


- Borgarstjórar eru fyrisitingarligir leiðarar í kommununum, og í sambandi við at kommunurnar hava yvirtikið fleiri tung málsøki, sum eitt nú barnaverndarøkið, dagstovnaøkið og nú eisini eldraøkið, hava borgarstjórar eisini fingið meiri at gera, og krevur tað nógva orku at umsita hesi øki. Tey øktu krøvini til borgarstjórastarvið samsvara ikki við, at teir eisini skulu sita í øðrum tíðarkrevjandi starvi. Krøvini frá borgarunum mótvegis borgarstjórum eru eisini økt nógv seinastu árini.