Heðin kanska tungan á vágskálini

- Tað er eingin ivi um, at tað, sum býráðspolitikarar atkvøða í tinginum í dag, kann fáa avleiðingar fyri úrslitið av kommunuvalinum í heyst, sigur Árni Gregersen, politiskur viðmerkjari hjá Sosialinum.

-Tað er eingin ivi um, at tað, sum býráðspolitikarar atkvøða í tinginum í dag, kann fáa avleiðingar fyri úrslitið av kommunuvalinum í heyst, sigur Árni Gregersen, politiskur viðmerkjari hjá Sosialinum.

 

 

Ivasamt er, hvat Heðin Mortensen og Kristin Michelsen úr Javnaðarflokkinum fara at atkvøða í dag, tá ið uppskotið um at broyta hjúnabandslógina skal til atkvøðugreiðslu við aðru viðger, um skamma stund.

 

Hvørgin teirra vil greiða frá teirra hugsanum, men ivaleyst er, at teir báðir hugsa ógvuliga taktist um, hvør knappur trýstast skal á í dag.

 

- Heðin Mortensen er ein garvaður politikari, og ivaleyst hugsan hann ógvuliga taktiskt um hesa atkvøðugreiðsluna, sigur Árni Gregersen, og tað sama ger seg galdandi fyri Kristin Michelsen.

 

Heðin Mortensen var stórvinnari av kommunuvalinum seinast, og hann hevur boðað frá, at hann aftur ætlar at stilla upp til kommunuvalið í heyst. Men hvussu ávirkar tað møguliga undirtøku fyri Heðin Mortensen, um hann er tann, sum fellur hetta uppskotið um at geva samkyndum borgarlig rættindi.

 

- Tað er trupult at siga, men eingin ivi er um, at tað ávirkar valúrslitið so ella so, sigur Árni Gregersen.

 

Veljarakanningar eru mangan áður gjørdar um hetta málið, og tá hevur stórur meiriluti av Føroya fólki tikið undir við, at geva samkyndum borgarlig rættindi – og ivaleyst er eisini soleiðis í Havn. Tí er eingin ivi um, at Heðin Mortensen og aðrir kommunupolitikarar, sum eisini sita í løgtinginum, hugsa seg væl um reint taktist, nú atkvøðast skal um broytingarnar í hjúnabandslógini.