Effodeildin: Venjarin hjá NSÍ var alt annað enn nøgdur við javnleik 1-1 ímóti AB á heimavølli í dag. - Hetta var øðiliga keðiligt. Eg haldi ikki, at vit kenna okkara vitjanartíð í fyrra hálvleiki. Vit hava nógv spæl, og nógvar málmøguleikar til at lukka dystin. Ì seinna hálvleiki bleiv tað nógv meira rótut og óskipað, segði Heðin Askham við Trónd Arge aftaná dystin.
Tróndur Arge tosaði eisini við Klæmint Olsen hjá NSÍ, sum heldur ikki var nøgdur við at fáa tað eina stigið. Venjarin hjá AB, Sámal Erik Hentze, og málskjúttin hjá AB, Rói Danielsen vóru munandi meira nøgdir við tað eina stigið.
Ì ljóðbrotinum undir myndini ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge hevði við Heðin Askham, Sámal Erik Hentze, Róa Danielsen og Klæmint A. Olsen, sum giftist ígjár. Fremst í ljóðbrotinum hoyrist frásøgnin hjá Tróndi Arge av báðum málunum. Helgi L. Petersen var viðmerkjari til dystin á Rás2.









