Við 21 prosentum av atkvøðunum, vann Heðin Hansen úr Víkingi, heðurin, at hava skorað Ársins mál 2013 í Effodeildini, skrivar fsf.fo.
- Tað hevði eg ikki væntað, men tað er sjálvandi sera stuttligt at fáa hendan heiður. Eg minnst væl málið ímóti ÍF. Hetta var fyrsta mál hjá mær á besta liðnum hjá Víkingi, vanliga leiktíðin var farin, tá eg skoraði, og vit vunnu 3-2 ímóti fuglfirðingum, so tað kundi neyvan verið betri, sigur Heðin Hansen, tá hann fær at vita, at málið, ið ungi víkingurin skoraði millum Víking og ÍF tann 7. apríl, er valt til Ársins mál 2013.
Á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya hava føroysku fótbóltsfjeppararnir kunnu atkvøtt, og eisini hava Serfrøðingarnir á fsf.fo, Tróndur Arge, Leivur Frederiksen, Jákup Ósá og Terji Nielsen, atkvøtt um besta málið í farna kappingarári.
Endaliga úrslitið gjørdist, at Heðin Hansen fekk 21 prosent av atkvøðunum, nummar tvey gjørdist Súni Olsen við 17 prosentum, meðan Dion Splidt og Ragnar Tausen fingu 16 prosent í part av samlaðu atkvøðunum, stendur at lesa á fsf.fo.
Til dagliga arbeðir Heðin Hansen á Fiskavirkinum Haranga, í Gøtu, og á lítlari samkomu á maskinverkstaðnum á Haranga, fekk ungi víkingur handað eina plátu og eitt gávukort á 1.000 krónur frá Effo.
- Sum heild eru vit nøgdir við árið í ár, sjálvt um Víkingur endaði á 5. plássi í Effodeildini. Men vit vunnu Løgmanssteypið, og spældu okkum víðari í Europa Cup, so eitt ella annað stað var tað í lagi. Kortini vóni eg, at vit komandi ár kunnu gera tað betri í landskappingini, segði Heðin Hansen, tá hávaksni víkingurin hevði fingið handað prógvið um, at hann hevði gjørt Ársins mál 2013 í Effodeildini.