Heðin gleðir seg mest til Swangah!

Heðin Mortensen viðgekk at rapp er millum hansara yndis tónleikasjangrur

Plagar tú at vera á Voxbotn?

 

“Ja, eg havi verið hvørt ár, og tað er nakað eg gleði meg til tí at tað er gott sosialt, men tú hoyrir eisini ómetaliga góðan tónleik, m.a. hetta her (Ude Af Kontrol). Hóast tað kanska larmar ov illa fyri summi. Alt sum eitur rapp elski eg, og Swangah man vera tað besta, sum er á skránni í kvøld”.

 

 

 

Spyrji eg so býtt, tá eg spyrji, hvat tú gleðir teg mest til at hoyra í kvøld?

 

“Ja, tað er sum sagt Swangah, sum eg gleði meg mest til í kvøld. Men her er sjávandi eisini nógv annað, t.d. Brimheim, sum kemur um eina løtu. Týr koma eisini, so tað er torført at velja nakran fram um. Eitt er heilt sikkurt, eg havi altíð verið á Voxbotn líka til Swangah hava spælt, og tað geri eg aftur í kvøld. Swangah er klimaksið á øllum kvøldinum. So eg fari seint í song í nátt”.

 

 

 

Hvussu stóran týdning hava slík tiltøk fyri býin?

 

“Tey hava sera stóran týdning. Vit fáa sum sagt nógv fólk til Havnar, og eg havi glett meg nógv til, hvussu tað fór at eydnast við nýggja torginum, ið vit hava gjørt. Trappan, sum vit gjørdu á sinni, var ein avbjóðing tá, men í dag passar hon øgiliga væl til slík tiltøk. Eg ivist ikki í at nýggja torgið eisini verður ein succés. Sølubúðurnar eru nógvar, nógv fólk, ið eru í góðum lag, veðrið er gott, og alt er fantastiskt. Vit hava brúk fyri hesum, ikki minst aftaná Korona-tíðina”.