Heðin er ikki við uppá stóra favorittheitið

Høvuðsvenjarin hjá HBstaðfestir, at tað fer at krevja hart arbeiði hjá hansara monnum at endurvinna FM

Í HB gera teir eisini klárt til tað seinastu aðalroyndina áðrenn effodeildin fer í gongd. Nevnliga stórsteypadystin ímóti Víkingi, sum verður mánakvøldið 10. mars klokkan 18.

 

Høvuðsvenjarin hjá HB, Heðin Askham er ikki so nógv við uppá favorittheitið, sum fleiri hava hug at hanga uppá hansara lið. Hann staðfestir, at tað fer at krevja eitt hart arbeiði hjá HB at endurvinna FM.

 

Við at trýsta á pílin undir myndini ber til at hoyra prátið við Heðin Askham, sum var í seinnapartssendingini hjá Rás2, har eisini var nomið við U21 EM-undankappingardystin ímóti Rumenia á útivølli.