Heðin er á rennibreytini kl 06 hvønn morgun

– Renningin gevur mær øðiliga nógv. Tú kanst so spyrja, hvat eg kann brúka tað til. Men eg brúki tað til at vera við í kappinginum.

 

Tað segði Heðin Mortensen í sendingini »Ein dagur í lívinum«, sum sjónvarpi sendi í kvøld.

 

Heðin Mortensen sigur í sendingini, at hann er á rennibreytini hvønn morgun klokkan 06, og sjónvarpið er við honum hendan morgunin klokkan 06, og tey fylgja honum, til hann og konan Hjørdis fara til songar hetta kvøldið.

 

– Eg havi runnið marathon í Reykjavík nú í trý ár á rað, og eg fari aftur at royna meg í ár, sigur Heðin Mortensen, sum tó sigur, at teinurin, sum hann rennur, er 10 kilometrar.

 

– Tá eg havi runnið einar 3-4 km, so merki eg, at eg havi tað ordiliga gott, sigur hann.

 

– Sum borgarstjóri veitst tú ongantíð, hvussu dagurin fer at vera. Eg veit sjálvandi, hvat stendur í kalendaranum. Men hann kann skjótt broytast. Tú veitst ikki, um tað verður ein oljudálking ella eitt grindadráp. Tað er tað, sum er so spennandi við hesum starvinum at vera borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, segði Heðin Mortensen.

 

Sendingin »Ein dagurí lívinum hjá Heðin Mortensen« sæst VIÐ AT TRÝSTA HER