TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Heðin á Lakjuni, KÍ-veteran seta orð á týdningin hansara mál nummar 100 í bestu føroysku fótbóltsdeildini hevði, tá KÌ á heimavølli vann 2-1 á FC Suðuroy.
Heðin heldur, at talan var um eitt týdningarmikið mál fyri KÍ, men talan var um ein strævnan dyst, har KÍ brendi eitt hav av málmøguleikum, og mundi mist sigurin. Heðin fegnast um gongdina á heimavølli, har KÍ nú hevur vunnið fimm dystir á rað. Nú manglar bara at vinna meir á útivølli.










