Heðin eftirlýsir undantøk til málverjar

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr samrøðu við Heðin Askham, høvuðsvenjara hjá HB her

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við Heðin Askham, høvuðsvenjara hjá HB, aftaná 4-2 sigurin hjá HB á EB/Streymi á ovara vølli í Gundadali í dag.

 

Heðin er serliga væl nøgdur við fyrra hálvleik, har HB var á odda 3-0, og ásannar samstundis, at seinni hálvleikur var heldur lakari.

 

Tó er høvuðsvenjarin hjá HB alt annað enn nøgdur við, at FSF ikki kundi geva HB undantaksloyvi at brúka Símun Rógva Hansen, nú báðir teir føstu málverjarnir, Teitur M. Gestson og Petur S. Thomsen vóru sjúkrameldaðir. Teitur mátti tí, hóast hann hevði sjúkrameldað seg, verja málið hjá HB í dag.