Heðin Askham, høvuðsvenjari hjá NSÍ var sera fegin aftaná, at NSÍ hevði vunnið 4-2 á steypavinnarunum hjá Víkingi.
Heðin fegnaðist um hugburðin hjá sínum spælarum, sum enntá við støðuna 3-2 til NSÍ pressaðu á og søktu tað næsta málið. Hann lat ongan iva verða um, tá hann prátaði við Trónd Arge á Rás2, at NSÌ nú fer eftir bronsuni.
Venjarin hjá Víkingi, Sigfríður S. Clementsen var harmur um ósigurin. Hann iðraði seg um, at NSÍ skuldi skora til 3-2 uppá tann einasta veruliga málmøguleikan teir høvdu í seinna hálvleiki. Sigfríður helt heldur ikki, at veðrið var til nakran fyrimun, og at vindurin spældi spælarunum eitt puss.
Uppiyvir myndini er eitt ljóðbrot, har tað ber til at hoyra tað sum Heðin Askham og Sigfríður S. Clementsen søgdu við Trónd Arge á Rás2. Fremst í ljóðbrotinum ber til at hoyra tey seks málini í dystinum. Tróndur Arge segði frá dystinum á Rás2, og Bill McLeod Jacobsen var viðmerkjari.










