Heðin á Lakjuni rættiliga í essinum

Fótbóltur: ÍF gav skarvin yvir, tá KÍ skoraði til 2-0

1. deild menn:

ÍF-KÍ 1-9 (0-5)


Á norðoyarstevnu var ÍF í Klaksvík, har teir oyðiløgdu stevnuhýrin hjá fótbóltshugaðu norðoyingunum. Tá fór ÍF avstað við øllum trimum stigunum, og bæði fuglfirðingar og norðoyingar vóru samdir í, at tað líktist mest av øllum stuldri.

Sunnudagin vóru klaksvíkingar í Fuglafirði, og avhølvingin, sum teir hesa ferð góvu ÍF, er ikki sædd størri í Fuglafirði síðani ÍF tøtlaði fyrstu fetini í 1. deild fyri út ímóti tríati árum síðani. Tá taptu teir onkuntíð bæði 14-2 og 13-1 ímóti HB, men at tað síðani tá hevur gingið so nógv betri er nógv hagtalstilfar gott prógv fyri.


Einki skil á

Men hesa ferð gekk av skriðuni hjá ÍF, sum ongantíð kom fyri seg eftir stóra skelkin, teir fingu, tá KÍ beinanvegin fekk hol á.

Tað vóru bara tveir minuttir farnir, tá Kurt Mørkøre í tveimum royndum skoraði til 1-0. Innleggið kom úr vinstru, álopsmaðurin smekkaði til fyrstu ferð, bólturin brast í samankomingina og støkk útaftur til Mørkøre mannin, sum, meðan tríggir verjuspælarar hugdu at, slapp at temja og skjóta.

ÍF, sum leið undir sakninum av Torsteini Joensen í verjuni, var skelkað, men teir komu eitt sindur við í spæli næstu løtuna. So var tað, at KÍ fekk eitt bíligt mál, og eftir tað var einki skil á nakra staðni á heimaliðnum, sum var fullkomuliga eyðmýkt av einum sera væl upplagdum og ágangandi KÍ liði.


Heðin í serflokki

Vit hava so ofta sagt, at tað eru tvær útgávur av KÍ liðnum við umleið somu manning. Hesa ferð var talan um ta góðu útgávuna.

Jóannes Jakobsen hevði sett Heðin á Lakjuni fram sum hangandi álopsspælara aftanfyri Kurt Mørkøre og frammanfyri Arnold Joensen, Allan Joensen og Rógva Jacobsen.

Evnaríki unglingaspælarin, sum burtursæð frá Allani Joensen, tá hesin aftur verður í toppvenjing, ivaleyst er besta boðið uppá landsliðspláss hjá KÍ, dusaði sær og setti tey bæði systkinabørnini ? Magna á Lakjuni, sum var komin úr Danmark, og Bárður á Lakjuni ? og allir hinar fuglfirðingarnar so rudduliga uppá pláss, sum tað neyvan áður er sæð á vøllinum í Fuglafirði.

Kanska onkur veit at siga frá, at ein og sami maður hevur skorað fimm ferðir í 1. deild í Fuglafirði, men tað er í hvussu so er ikki komið fyri tey seinastu tjúgu árini.

Heðin á Lakjuni gjørdi fulla nyttu burturúr stóra skjótleikanum, sum var serliga hentur ímóti einari tungari og óneyvari verju.

ÍF brúkti ikki verjuspæl á nakran hátt. Tað var smeitur, at Egil Zachariasen tíðliga noyddist út við skaða, men tað kann ikki vera orsøkin til, at hvørki verjuspælarar, miðvallarar ella álopsmenn hugsaðu um at dekka.

Heðin á Lakjuni dusaði sær, og í 21 minuttir í 1. hálvleiki gjørdi hann eitt reint hattrick. ÍF fór í smildur, tá hann fekk fyrsta málið. Tá varð spælt fram eftir miðásinum, málverjin tóktist hava tak á, men hann misti, og so kundi Lakjumaðurin trilla bóltin í tóma kassan.

Fleiri av hinum málunum sóu út til at verða eins løtt at gera, sum tað man vera hjá góðum spælarum ímóti einum vánaligum unglingaliði. Ein einføld snýting við kroppinum, ein ella tvær skjótar dragingar og so tjubang og mál.

Rógvi Jacobsen stútaði flott til 5-0, tá tað restaðu fimm minuttir av fyrra umfarinum, eftir at Arnold Joensen hevði lagt innfyri úr høgru, og ofta komu málini eftii innlegg. ÍF var um ein háls í báðum borðunum, og tað gjørdu Arnold Joensen, John Hansen og Harley Bertholdsen, sum spældi betri, enn hann hevur gjørt leingi, góða nyttu burturúr.


Hugsa um framtíðina

Jóannes Jakobsen verður eftir øllum sólarmerkjum at døma eisini venjari hjá KÍ komandi ár. Og tað sær út til, at restin av hesum kappingarárinum gongur út uppá at geva yngru monnunum tær royndirnar, sum skulu til, um liðið skal verða meiri støðugt.

Niclas Niclassen fær hvørja ferð fulla spælitíð í miðverjuni, har hann er saman við Símuni Waag Høgnensen og Jan Andreassen.

Hesa ferð høvdu teir millum lítið og einki at gera. ÍF var sjáldan í nánd av málinum hjá Gunnari á Steig, men teir fingu eitt mál. Tað var Magni á Lakjuni, sum stútaði í málið til 1-6, tá 72 minuttir vóru farnir. Fríspark varð sent innfyri, Bartal Eliasen stútaði uppá tvørs, og útisetin var fyrstur á.

Arnold Joensen skoraði sera hegnisliga til 1-8, tá 78 minuttir vóru farnir. Úr 16 metrum lyfti hann óvantað upp um málverjan og dygst niður við tvørtrænum. Jan Joensen, sum hevði loyst yngra bróðurin av á miðvøllinum setti síðsta seymin í, og fuglfirðingar skulu vera glaðir um, at teir fyrr í summar hava skavað so mikið av stigum saman, at teir eru leysir av niðurflytingini. Hugburðurin og avrikið ímóti KÍ var ikki bestu deildini verdugt.

Klaksvíkingar kunnu iðra seg um, at tað bara aðru ella triðju hvørja ferð gongur, soleiðis, sum tað gekk hesa ferð.