Hedegaard: Eg boði bara boðskapin

Prædikumaðurin Christian Hedegaard, sum hevur vitjað nógv í Føroyum, er dømdur fyri kvaksalvarí. Hann tvíheldur framvegis um, at hann er ósekur í ákærunum og hevur kært dómin til hægri rætt

40.000 krónur í bót ella 20 dagar í fongsli.

Tað var dómurin, tá ið rætturin í Hillerød tók støðu til ákæruna ímóti prædikumanninum Christian Hedegaard, sum er leiðari fyri trúarfelagsskapin Evangelist. Hesin felagsskapur hevur eisini havt nógv samband við Føroyar og føroyingar, og Christian Hedegaard hevur javnan vitjað í Føroyum og hildið møtir.

Ákæruvaldið hevði reist fleiri mál ímóti Evangelist, men at enda var tað bert 45 ára gamli Christian Hedegaard, sum varð dømdur. Eitt mál ímóti konu hansara varð slept í rættinum, og mál ímóti tveimum øðrum leiðandi persónum í trúarfelagsskapinum vóru eisini slept.


Fekk bót

Ákæran ímóti Christian Hedegaard snúði seg um, at hann skuldi hava tikið heiligvág frá sálarliga sjúkum fólki, og í staðin fingið tey at fasta og biða í tríggjar dagar fyri at blíva frísk.

Málið, sum var fyri í rættinum, var um tvær sálarliga sjúka kvinnur, sum vóru givnar at taka teirra heiligvág. Hetta metti dómarin var brot á lógina um heilsufakligt virksemi - meira gerandisliga kallað kvaksalvarí.

Dómurin til Evangelist var ikki so harður, sum ákæruvaldið hevði lagt upp til. Mælt varð til, at Christian Hedegaard fekk eina bót á 100.000 krónur, men bótin gjørdist 40.000 krónur, sum kann skiftast við 20 dagar fongsulsrevsing. Christan Hedegaard skal eisini gjalda sín egna sakarmálskostnað.


Heldur seg til Bíbliuna

Christian Hedegaard tvíheldur um, at hann er ósekur í ákærunum, og hann hevur longu boðað frá, at hann kærir dómin til landsrættin.

- Eg skilji framvegis ikki, hvat eg eri ákærdur fyri. Eg havi ikki tikið heiligvág frá sálarliga sjúkum fólkum. Tað einasta, eg havi gjørt, er at boða boðskapin um, at Jesus Kristus kann grøða og fría menniskju. Tað kann hann gera á ymsan hátt – eisini gjøgnum tríggjar dagar við bøn og fastu, som vit hava gjørt í Evangelist, sigur Christian Hedegaard.

- Ákæruvaldið fær tað at ljóða sum, at hetta er nakað, sum Evangelist hevur funnið uppá, men vit kunnu jú lesa um tað í Bíbliuni. Jesus sigur um illar andar, at teir verða bert riknir út við bøn og fastu. Í veruleikan snýr hetta seg bara um at boða frá tí, sum vit trúgva, sigur leiðarin av Evangelist.

* * *


Fakta


Trúarfelagsskapurin Evangelist varð stovnaður í 2000 av hjúnunum Karen og Christian Hedegaard.


Endamálið hjá Evangelist er boða evangeliið um Jesus ígjøgnum møtir, fyrilestrar, hjálpararbeiði í Danmark og uttanlands og við sosialum arbeiði heima og burturi.


Evangelist hevur seinnu árini javnan hildið møtir í Føroyum, har Christian Hedegaard hevur verið ein av talarunum.


Evangelist hevur fleiri ferðir verið í brennideplinum í Danmark í sambandi við sítt virksemi – millum annað í sambandi við aktuella málið um føstu hjá sálarliga sjúkum fólki.