Hector Camacho heiladeyður

Læknarnir í Puerto Rico staðfestu í dag, at Hector Camacho, sum er fyrrverandi heimsmeistari í nevaleiki í trimum vektflokkum, er heiladeyður, eftir at ein ókendur maður skeyt hann í høvdið fyri tveimum døgum síðani.

Camacho, sum vanliga varð kallaður "Macho", var ein tann fremsti nevaleikarin í heiminum í nítiárunum og dystaðist við so kend nøvn sum Oscar De La Hoya, Julio Cesar Chavez, Sugar Ray Leonard, Felix Trinidad og Ray Mancini. Á myndini sæst hann vinstrumegin í dysti við Oscar De La Hoya.

 

Hector Camacho, sum nú er 50 ára gamal, sat í bili sínum uttan fyri eitt vertshús, tá ein maður skeyt hann og bilstjóra hansara. Bilstjórin varð so meint raktur, at hann doyði beinanvegin. Í fyrstani hildu læknarnir, at teir kundu bjarga Hector Camacho, men teir siga nú, at æðrarnar til heilan eru so illa farnar, at heilin hevur ikki fingið nóg mikið av blóði. Niðurstøðan hjá læknunum er, at Camacho er heiladeyður, og sambært tíðindastovunum verður andingartólið, sum heldur honum á lívi, sløkt hvørja løtu.