Í eina tíð hevur verið arbeitt við at stoypa fundamentir til nýggja Hebron við sjálvbodnari arbeiðsmegi – sjálvandi undir teimum avmarkingum, sum korona hevur lagt á alt landið.
Higartil hevur tað mesta av arbeiðinum verið sjálvboðið. Men í gjár varð skrivað undir avtalu, at Byggivirkið KBH á Toftum skal reisa betongveggirnar og leggja betongelementtekju á, skrivar Hebron á teirra facebookvanga.
Nýggja Hebron fer at standa stutt omanfyri verandi samkomubygning.
##med2##
##med3##