Longu valkvøldið varð spurningur settur við, um tað var rætt roknað, tá Poul Michelsen varð útnevndur sum seinni eykavaldi tingmaðurin hjá Fólkaflokkinum.
Í Norðurlandahúsinum vóru fleiri talkønir menn, ið hildu uppá, at forritið, ið roknar út valúrslitið, ikki var rætt, tá tað gav ta úrslit, at Fólkaflokkurin fekk tveir eykavaldar tingmenn í Suðurstreymoy.
Fólkaflokkurin fekk bert ein umdømisvaldan tingmann í Suðurstreymoy, tað var Bjarni Djurholm við 595 atkvøðum, og hann tók fyrsta plássið á fólkaflokslistanum frá Óla Breckmann, sum hevur verið fystvaldur, síðani 1994, tá Jógvan Sundstein gavst í politikki.
Óli Breckmann fekk 450 persónligar atkvøður, og gjørdist fyrri eykavaldi tingmaðurin hjá Fólkaflokkinum. Poul Michelsen fekk 335 atkvøður, og er nummar trý á listanum ? og ov stuttur til tingsess hesaferð. Men um Bjarni Djurholm heldur fram í einum nýggjum landsstýri, so kann Poul Michelsen kortini væntað sær tingess.
Endin gjørdist so tann, at Heðin Zachariassen í Streymnesi fekk seinna eykavalda tingsessin hjá Fólkaflokkinum. Heðin Zachariassen var eisini eykavaldur á valinum í 2002, tá Fólkaflokkurin eisini var ov stuttur til ein umdømisvaldan tingess í Norðurstreymoy.
Heðin Zachariassen fekk 260 persónliga atkvøður.