Í gjár vóru tríggir dystir í 20. umfari í Betri deildini. Ein teirra var á Eiði, har EB/Streymur og Skála spældi javnleik 1-1. Pætur Petersen legði EB/Streym á odda í fyrra hálvleiki, meðan Jákup Johansen javnaði fyri Skála eitt stórt korter fyri tíð.
Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini
- Hetta er so eitt stig afturat, men vit eru á heimavølli og har skulu vit helst vinna. Vit eru eisini á odda í fyrra hálvleik, men tað endar við at dysturin blívur opin og kann fara báðar vegir, sigur Heðin Askham, venjari hjá EB/Streymi.
Les eisini: (Eyðun Klakstein) Vánaligasti hálvleikurin í ár hjá okkum
Venjarin hjá EB/Streymi er væl nøgdur við avrikið hjá sínum spælarum, sum hann metti reistu seg eftir eitt slakt avrik móti KÍ seinast.
- Vit hava nakrar góðar støður í fyrra hálvleiki, har vit kundu hvat skorað til bæði 2-0 og 3-0. Vit fáa eisini ein superkjans í seinna hálvleiki, men misnýta eisini hann. Skála hevur eisini sínar kjansir. Eg haldi hetta eru tvey javnt sterk lið, sigur Heðin Askham.
Ikki tryggir enn
EB/Streymur og Skála hava 19 stig. Tað er níggju stig niður til niðurflytingarstrikuna, men 07 vestur hevur spælt ein dyst færri.
- Vit eru ikki tryggir enn. Alt er púra opið og einki er avgjørt. Í dag eri eg nøgdur við avrikið, sum spælararnir koma við, sigur Heðin Askham at enda.
Í Gøtu vunnu Suðringar fyri aðru ferð í ár 2-0, meðan NSÍ vann 2-0 á Argjum.