TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við málverjan hjá AB, Heðin Stenberg aftaná Heðin og liðfelagarnir høvdu vunnið 2-0 á B68 úti í Vika á Argjum.
Heðin Stenberg heldur, at hann og liðfelagarnir høvdu fult tamarhald á dystinum, og hann heldur ikki, at B68 hevði nógv at koma við í dag.
Málverjin hjá AB er hampuliga væl nøgdur við kappingarbyrjanina, men hann heldur, at teir hava spælt ov nógvar javnleikir, men nú eru teir komnir á slóðina aftur.