Heðin var við í øllum

Klaksvíkingar spruttaðu í fyrra umfarinum, tá ið teir avgjørdu móti VB/Sumba, sum eftir steðgin vísti, at teir eru ikki púra sørir

KÍ-VB/SUMBA

Tað var gott lag í Klaksvík sunnudagin. Eftir rennitúrin ella gongutúrin undir Leirvíksfirði bar fótbóltshugaðum norðoyingum til at staðfesta, at tað framvegis ber KÍ til at vinna á heimavølli. Tað hava teir ikki megnað so ofta tey seinastu árini, og fyrsta royndin í ár - móti Skála - var ikki meiri enn passalig.
Frá fyrsta bríksli var gongdin tann, sum tað kundi roknast við. VB/Sumba kendi sín leiklut, teir høvdu nógv fólk aftarlaga á vøllinum, og Evrard Ble var orduligur aftasti maður. Marcin Dawy røkti sín leiklut til fulnar.
KÍ var í 4-3-3 útgangsstøðu. Setningurin var at tosa spælið út í borðini, har Hjalgrím Elttør og Heðin á Lakjuni vóru, og spælið hekk rímuliga saman undan steðginum. Men hóast KÍ trýsti nógv, so gekk tað meiri enn hálvur tími, áðrenn hol kom á. Tá høvdu Ovi Nysted og Heðin á Lakjuni eftir hornasparksinnlegg havt góðar stútarar, sum kortini ikki góvu mál.
Í hesum førinum sum í hinum báðum førunum innanfyri næsta korterið, tá ið KÍ økti til 2-0 og 3-0, var KÍ liðformaðurin, Heðin á Lakjuni, sum týðuliga hevur verið darvaður av skaða, við í málunum.
Í fyrsta førinum var tað Paul Clapson, sum úr stuttari fjarstøðu og við høvdinum stýrdi bóltinum í málið. Innleggið var komið úr høgru og tvørturum til Heðin á Lakjuni, sum legði tvørtur um aftur til handara stólpan.
Í næsta førinum var Heðin á Lakjuni málskjútti. Marek Wierzbicki legði flatt innfyri úr vinstru, og Heðin á Lakuni var fyrstur á bóltinum við nærra stólpan.
Í triðja førinum átti Heðin á Lakjuni innleggið úr vinstru. Aftanfyri handara stólpan legði Hjalgrím Elttør við høvdinum upp á tvørs aftur, og tveir metrar frá málstrikuni var tað Jan Andreasen, sum við høvdinum skumpaði bóltin í málið.

Áttu sínar royndir
Støðutalvan boðar frá, at tað stendur einki serligt til hjá einasta liðnum í bestu deildini í Suðuroy. Men VB/Sumba var ikki fyri ongum í Klaksvík. Teir vístu góðan hugburð, og teir høvdu sínar møguleikar, sum kundu havt givið mál. Tað gjørdu teir ikki. Eitt nú tí Meinhardt Joensen stóð seg væl í KÍ málinum.
Serliga í vinstra borði vóru einstøku álopsroyndirnar hjá VB/Sumba í 1. hálvleiki. Unglingaspælarin Henning Joensen bjóðaði Marek av í ein móti einum. Tað eydnaðist unga manninum onkra ferðina at bróta ígjøgnum, og Kári í Lágabø fekk eftir innlegg frá Henningi fyltan møguleika, sum einki kortini spurdist burturúr.
Eftir steðgin saðlaði KÍ um. Ovi Nysted, sum hevði verið í miðverjuni, varð fluttur fram í álopið, har hann løtu seinni varð avloystur av Steffan Kalsø. Jan Andreasen fór í miðverjuna, og tað var kanska meiri 4-2-4 enn 4-4-2. Undan steðginum hevði KÍ ofta megnað at hildið bóltinum á jørðini. Tað eydnaðist ikki so væl eftir steðgin. Hóast teir høvdu verið undir taki og hvílt seg, so kendist tað mest sum um, at spælararnir fingu sær eyka hvíld fyrstu løtuna eftir steðgin.
Jón Krosslá Poulsen hevði tvær góðar royndir móti KÍ málinum, uttan at tær góvu mál. Í fyrra førinum var talan um skot úr høgru, og í seinna førinum royndi hann við høvdinum eitt sindur úr vinstru.
Síðstu løtuna spruttaði KÍ aftur. Men tað spurdust ikki fleiri mál burturúr, og nú hava tey í Klaksvík eyguni vend móti tunnilsmunnanum og ókeypis biltúrinum út á Svangaskarð næsta sunnudag. Í VB/Sumba hugsa tey um lagnuferðina til Fuglafirðar síðsta dagin í apríl mánað!