Heðin var væl nøgdur

Talan hevur verið um fulla úrtøku hjá EB/Streymi í teimum trimum dystunum, sum hava verið seinastu vikuna. Tí sigur tað seg sjálvt, at Heðin Askham, venjarin hjá EB/Streymi, var ógvuliga væl nøgdur:

- Okkara løgdu stórt arbeiðið í hesa uppgerðina. Vit vóru hugsavnaðir, og tað var hugaligt at síggja, hvussu ofta tað eydnaðist okkum at spæla okkum til málmøguleikar, og hvussu stór úrtøkan var, tá ið møguleikin var har.

Tað er stutt millum uppgerðirnar. Longu mikukvøldið skal EB/Streymur aftur í eldin. Tá fara teir í Gundadal at vitja B36 og Sigfríð Clementsen.