Heðin var rættuliga í hopla

Nógv uppsetti vinstrabeinti vongspælarin ásannar, at hesa ferð hevði hann verið vónbrotin, um hann ikki hevði verið millum teir fyrstu ellivu

LANDSDYSTUR

Frammanundan sunnudegnum var hann skrásettur fyri fýra landsdystir. Bara í einum av teimum hevði hann verið millum teir fyrstu ellivu. Tað var í 1?0 tapinum ímóti Finnlandi 31. januar í fyrraárið. Tann dysturin varð spældur í La Manga í Spania, og Heðin á Lakjuni ? tí tað er hann, vit tosa um ? spældi 62 minuttir, áðrenn Øssur Hansen loysti hann av.
Sunnukvøldið var Heðin á Lakjuni aftur ímillum teir fyrstu ellivu. Hann var fyrstu ferð á landsliðnum í málleysa javnleikinum ímóti Andorra 3. mars í 1999. Heðin hevur stríðst fyri at fáa fast pláss á liðnum, men tað hevur gingið striltið. Meðan Allan Simonsen var venjari, var Heðin so mikið uttarlaga í hópinum, at hann ferð eftir ferð ikki fekk landsliðsboð.
Portrið fram at teimum fyrstu ellivu í EM undankappingardystunum seinni í ár er framvegis trongt. Øssur Hansen, sum hevur verið fastur maður í vinstra borði, er ikki við á Kypros, og tað er Súni Olsen, sum í fjør var fyrsti eykamaður í vinstru, heldur ikki.
? Onkra ferðina hevur tað verið tosað og skrivað um, at eg kanska fór at fáa møguleikan. Eg havi leingi kent, at eg havi verið klárur til at byrja inni, og sjálvandi hevur tað verið eitt lítið vónbrot, tá tað kortini ikki varð pláss fyri mær, men eg havi alla tíðina kent treytirnar, staðfestir Heðin á Lakjuni.
Hann ásannar, at sunnudagin hevði hann størri vónir enn nakrantíð áður um at byrja inni:
? Vit fingu liðið at vita leygardagin, og tað skal ikki vera nøkur loyna, at hesa ferð roknaði eg avgjørt við at sleppa at spæla við.

Tvær ferðir um reppið
Enn hevur Heðin á Lakjuni ikki skorað mál á landsliðnum. Men ímóti Póllandi var hann tvær ferðir heilt tætt við:
? Aðru ferðina kom eg úr vinstru og smekkaði til við høgra beinið. Eg rakti bóltin sera væl, og hann hevði heilt víst sitið í netinum, men tíverri kom ein upp á tvørs, sum við bringuni fekk beint bóltinum burtur. Seinnu ferðina kiksaði verjuspælarin temjingina, eg fekk bóltin og kom inn í brotsteigin. Eg haldi, at eg skuldi havt skotið eitt sindur fyrri, enn eg gjørdi. Mótstøðumaðurin fekk fótin so mikið á bóltin, at hann fór skeivu megin stólpan, og so spurdist bara hornaspark burturúr, greiðir Heðin á Lakjuni frá av Kypros.
Og málið?
? Eg fekk bóltin nakað uttanfyri brotsteigin og eitt sindur til vinstru. Eg lyfti bóltin inn um miðverjarnar. Teir gjørdu ikki so nógv fyri at verja, tá Rógvi fekk bóltin. Eg rokni við, at teir hildu talan var um rangstøðu. Men linjuverjin var væl plaseraður. Rógvi tamdi bóltin. Hann var staddur eitt vet til vinstru, tá hann sendi framvið málverjanum og í handara síðunetið.

Fyrstu ferð
Heðin á Lakjuni hevur onkra einstaka løtuna verið á liðum, sum hava verið 4?4?2 skipað. Men tað er ikki fyrrenn hesa síðstu lítlu vikuna niðri í Miðalhavinum, at hann hevur vant hesa skipanina:
? Tað hevur riggað væl. Ikki minst hjá síðuspælarunum er hetta ein hugaligur máti at spæla uppá. Í 3?5?2 ella 5?3?2 skipanunum er tað ábyrgdin hjá síðuspælarunum at koma heilt aftur á egna baklinju at verja. Sunnudagin var hetta ikki neyðugt, at tað hevði sjálvsagt við sær, at tað var meiri orka til at spæla frameftir.
Jógvan Martin Olsen heldur, at Heðin á Lakjuni royndist sera væl sum ytsti miðvallarmaðurin í vinstru:
? Avtalan var, at Jákup á Borg og Heðin á Lakjuni skuldu strúka avstað í borðunum beinanvegin, tá vit fingu bóltin. Tað vil siga, at vit lupu á við fýra monnum í fremstu røð. Tað hevði fleiri framrættaðar møguleikar fyri sendingum við sær, og tí komu okkara til málmøguleikar. Heðin á Lakjuni var sera uppsettur, hann evði nóg mimkið av sjálvsáliti at bjóða av í mann ímóti manni støðum, og hann hevði fleiri góð innlegg úr síðuni, sigur Jógvan Martin Olsen.
Eru tað aðrir spælarar, sum tú heldur stóðu seg serliga væl?
? Tað sigur seg sjálvt, at tá úrslitið ímóti einari av stóru fótbóltstjóðunum, sum fyrireika seg til HM endaspælið í summar, er so mikið gott, so er talan um eitt fínt liðavrik. Um eg skal nevna einstakar spælarar, so skulu tað ? umframt Heðin á Lakjuni ? vera Rógvi Jacobsen og Pól Thorsteinsson. Rógvi fall væl inn í leiklutin við síðuna av John Petersen mitt á miðvøllinum. Pól Thorsteinsson dugir væl at rokna støðurnar út. Tað er ein orduligur fongur, at hann aftur er tøkur á landsliðnum, men, sum sagt, so var talan um eitt gott liðavrik.