Í morgun vaknaðu kommunu politikarar upp til beiska veruleikan. Fyri summi er hann kortini ógvuliga søtur.
Minni so var hann fyri Fólkaflokkin og Jan Christiansen. Flokkurin gekk ein lim aftur, og spísskandidaturin varð yvirhálaður av Sjúrði Olsen. So hvat kundi verið gjørt øðrvísið.
- Eg veit ikki rættiliga. Fólkið hevur í hvussu er talað, og borgarstjórin er eftir øllum at døma so væl umtóktur, at hann hevur brotið øll met, sigur Jan Christiansen.
Hann sigur, at onkur má missa, tá Javnaðarflokkurin gongur so nógv fram og vísir á, at Sambandsflokkurin misti tveir býráðslimir.
- Vit skulu eisini minnast til, at vit longu undan valinum høvdu mist einar 500 atkvøður við tað, at hvørki Annika Olsen ella Bjarti Morh stillaðu upp aftur, sigur Jan Christiansen.
Tað hevur sambært úrslitinum av valinum víst, at tað ikki til fulnar hevur eydnast, at fylla tað tómrúmið út til lítar. Eisini vísir Jan Christiansen á, at valluttøkan er heldur minni enn við valið seinast, og tað kann hava havt týdning.
Væntaði ættarliðsskifti
Hann heldur samstundis, at føroyskur politikkur er undarligur.
- Her hava vit ein politikara, sum eftir seinasta val loypur frá einari undirskrivaðari avtalu, men slíkt avtalubrot verður eftir øllum at døma ikki revsað í Føroyum. Men hetta avtalubrotið hevur kostað teimum, sum hava sitið saman við Heðini. Tey, sum ikki ruku út úr býráðnum, skramblaðu niður í atkvøðutali, sigur Jan Christiansen.
Hann dugir ikki at siga, hvat flokkurin kundi gjørt øðrvísi í valstríðnum. Hann heldur, at valevnini hava havt javnt gott val, men tað hevur so ikki verið góð mikið til at hildið tørn.
- Tað var ikki lætt hjá okkum at gera nakað eftir valið heldur. Heðin Mortensen dróg Tjóðveldi inn á fund beinanvegin, og har sótu tey, til ein samstarvsavtala var undirskrivað. So vit fingu ongan møguleika, sigur Jan Christiansen.
Persónliga hevði Jan Christiansen heldur ikki so gott eitt val sum seinast, og Sjúrður Olsen tók seg fram um hann í atkvøðutali.
- Men tað lá longu í luftini framman undan valinum, so tað kom ikki óvart á. Hann er jú yngri, so talan er um eitt ættarliðsskifti, og tað er í lagi við mær, sigur Jan Christiansen.
Ynskir tillukku
Hann heldur ikki, at flokkurin kundi vart seg móti tí, sum hendi á valinum.
- Vit mistu ein býráðslim, Tjóðveldi helt so dánt stand, meðan Sambandið misti tveir. Men her var ikki talan um ein politiskan sigur til Javnaðarflokkin. Her var talan um ein persónligan sigur til Heðin Mortensen, sigur Jan Christiansen.
Hann heldur, at tað verður tungt og keðiligt at skula sita í andstøðu fýra ár aftrat, men soleiðis eru treytirnar nú einaferð. Og flokkurin fekk sum nevnt ikki møguleikan at koma í samgongu.
- Tað var væntað, at Heðin Mortensen fór at fáa eitt gott val, men at tað skuldi gerast so gott, kom óvart á øll, eisini Heðin Mortensen sjálvan, sigur Jan Christiansen.
Hann fegnast kortini um, at so nógv hóast alt stóðu saman um flokkin.
- Eg vil fegin takka teimum, sum stóðu saman um flokkin og vardu garð. Samstundis fari eg at ynskja Heðin Mortensen tillukku við valinum, har hann hevur brotið øll met, sigur Jan Christiansen.