Heðin Mortensen, borgarstjóri, ásannar, at tað er óheppið, at arbeiði við asfaltring verður gjørt tá mest stendur á í Vágsbotni. Hann sigur, at tey kundu havt valt eina meira lagaliga løtu, men nú er arbeiðið so gjørt.
Heðin Mortensen sigur, at tað er nógv arbeiði í kommununi í løtuni og tað er nógv, ið skal gerast. Matstovan, ið skal opna í Vágsbotni hevur kravt eitt sindur av arbeiði og tað er í hesum sambandi, at asfalteringin er gjørd.
Mortan Johannesen fanst at kommununi fyri at hugsa ov nógv um stórar matstovur og ov lítið um teirra, ið standa í Vágsbotni og selja. Hesum er Heðin Mortensen ikki samdur í.
- Vit hava stórar ætlanir við sølustøðunum í Vágsbotni og ætla at útbyggja tilboðið. Vit eru sera glað fyri aktivitetin her niðri og tað er m.a. Mortan Johannesen at takka, sigur Heðin Mortensen.