Fótbóltur
Í fótbóltskappingini í ár mundi lítil ivi vera um, at ein av mest týðandi orsøkunum til meistaraheitið hjá B36 var, at teir høvdu Heðin á Lakjuni í sínum parti.
Fótfimi og skotsterki klaksvíkingurin var alt árið á tamb ein hin mest støðugi leikarin á liðnum, og tí var tað svárt hjá B36-viðhaldsfólkum, tá tað frættist, at leiðin hjá Heðini nú helst gekk til Danmarkar, har genta hansara fór at útbúgva seg.
KÍ ella B36
Heðin hevur eisini verið í Danmark fyri tað mesta, síðani kappingarárið endaði, men nú á jólum er hann tó heima í Klaksvik. Og tað er als ikki so vist, at hann aftur fer til Danmarkar.
Leysasøgur hava gingið um, at hann komandi árið fer at spæla við KÍ, men sjálvur sigur Heðin, at enn er einki sum helst avgjørt.
- Í løtuni dugi eg ikki rættiliga at siga, hvussu verður við framtíðini. Um eg farið til Danmarkar ella verið her heima. Pápi mín, Victor, hevur úr at gera, og tí kann væl hugsast, at eg fari at arbeiða hjá honum komandi árið, sigur hann.
Spurdur um hann hevur gjørt av, hvar fótbólturin skal spælast, um hann velur at verða heima í eitt ár, sigur hann, at tað hevur hann ikki, og hann leggur afturat, at hann í løtuni hevur tilboð frá tveimum føroyskum feløgum.
Mett eftir hesum, er skjótt at ímynda sær, at talan her er um B36 og KÍ, og hetta verður á ongan hátt avsannað, men sjálvur vil Heðin á ongan hátt siga, hvør avgerðin verður. Heldur ikki, tá spurt verður, um tað ikki kann gerast møtumikið at arbeiða í Klaksvík og arbeiða aðra staðni.
Sostatt er framvegis ikki avgjørt, hvar ein av bestu føroysku leikarunum í farna kappingarárið skal royna seg komandi ár, men tað er givið, at bæði í B36 og KÍ er spenningurin stórur um, hvør avgerðin verður.









