##med2##
Fyrr í dag frættist, at tað er óvist um Lars Olsen heldur fram í starvinum sum landsliðsvenjari. – Eg veit ikki hvat hendir tá ið sáttmálin er liðugur. Eg tosi eitt sindur við fótbóltssambandið, men vit eru ikki nakað nærri einari avtalu. So alt er heldur óvist.
Hetta sigur Lars Olsen við donsku síðina bold.dk, og leggur avtrat: – Eg havi verið øgiliga glaður fyri at vera her, og havi sæð eina góða framgongd. Eg kann bert vera jaligur um tey átta árini eg havi verið her, men tað er ikki vist tað verður longri.
Heðin Askham, fyrrverandi U21 landsliðsvenjari sum saman við Bill McLeod Jacobsen vandi U21 landsliðini, ið fingu framúrskarandi úrslit fyrst í 2010-unum var gestur hjá Tróndi Arge í fótbóltspanelinum á FM1 í dag. Hann heldur, at vit skulu hava ein nýggjan landsliðsvenjara nú. Saman við Tróndi tók Heðin eisini samanum dystirnar móti Spania og Noreg. Heðin er serliga ikki nøgdur við, at vit tapa móti Noregi.
Heðin metti eisini um 13. umfar í Betrideildini hjá monnum, ið verður leikt hetta vikuskiftið:
Í kvøld klokkan 19: Skála-KÍ (FM1 sigur frá dystinum)
Leygarkvøldið klokkan 18: EB/Streymur-Víkingur (FM1 sigur frá dystinum)
Leygarkvøldið klokkan 19: NSÍ-AB
Sunnudagin klokkan 15: TB-B36 og ÍF-HB
Flestu av lurtarunum sum smsaðu inn til sendingina vóru samdir um, at nú er tíðin komin til ein nýggjan landsliðsvenjara. Her er dømi um fimm sms, ið komu inn til sendingina á nummar 559999:
14. Jun. 2019 - kl.16:53 | Nú er tíð at skifta Lars Olsen út | |||
14. Jun. 2019 - kl.16:46 | LO hevur gjørt tað framúr, men tíðn er komin at skifta. Landsliðsvenjarar halda typiskt ov leingi í ávísum leikarum. LO sær út til tað sama. | |||
14. Jun. 2019 - kl.16:20 | Sjálvandi skal hann forseta, ein tann besti, | |||
14. Jun. 2019 - kl.16:20 | Eitt tyggigumm, sum hevur verið í munninum ov leingi, tað missur gejst og smakk. Tíð til broyting! | |||
14. Jun. 2019 - kl.16:16 | nei, Lars skal ikki halda fram. Hansara tíð er farin. |