Heðin Olsen nýtt føroyskt met og juniormet í 100 frí

Heðin L. Olsen úr Ægir setti í dag nýtt føroyskt met og juniormet í 100 frí á langbana við tíðini 53.37. Pál Joensen átti gamla føroyska metið frá 2009, ið var 53.55, meðan Heðin sjálvur átti juniormetið frá EJM í fjør, har hann svam 53.98, skrivar swimjing.com.

 

Metið bleiv sett í fyrsta riðli, har Heðin (1994) svam mótir Fotios Koliopoulos (1991) úr Grikkaland og Tal Hanani (1993) úr Ísrael. Fotios var beinanvegin frammanfyri hinar báðar, Heðin vendi sum nr 2 við 25.24, men bleiv heintaður av Tal á teimum síðstu metrunum. Metið er meiri enn eitt hálvt sekund skjótari enn gamla juniormetið.

 

Føroysku svimjararnir eru í hesum døgum til EM í Debrecen.