Politikkur
Edmund Joensen og Heðin Mortensen eru tveir ógvuliga gloymskir løgtingsmenn.
Tað halda eygleiðarar, sum fylgja væl við í tí, sum Løgtingið fæst við.
Í farnu viku funnust teir báðir hvassliga at Bill Justinussen, tí hann royndi at forða Heðini Mortensen í at seta ein spurning fram í tinginum um viðvíkahald á Landssjúkrahúsinum.
Fyri at sleppa at seta ein fyrispurning fram, skal Løtgingið samtykkja tað.
Báðir vístu teir á, at tað vanliga hevur verið, at tingið, uttan atkvøðugreiðslu hevur samtykt, at ein spurningur skal svarast.
Edmund Joensen, løgtingsformaður, segði tá við Sosialin, at tað brýtur heilt frá vanligari siðvenju, at tingið atkvøðir um ein fyrispurning.
Tað fer soleiðis fram, at løgtingsformaðurin spyr tinglimir, um nakar hevur nakað ímóti, at ein fyrispurningur verður svaraður. Ongin plagar at muta ímóti og so staðfestir tingformaðurin, at tingið hevur samtykt, at fyrispurningurin skal svarast-
Men tá ið Heðin Mortensen ætlaði at spyrja Bill Justinussen um Landssjúkrahúsið, bað Óli Breckmann um at atkvøtt var í málinum.
Tá hendi tað, at Charlotta á Váli Oilsen úr Miðflokkinum atkvøddi ímóti og Hergeir Nielsen og Heini O. Heinesen, atkvøddi blankt.
Løgtingsformaðurin segði tá við Sosialin, at hetta er fyrstu ferð hesi sjey- átta árini, hendan skipanin hevur verið í gildi, at løgtingslimur atkvøðir ímóti, at ein fyrispurningur verður settur fram.
? Eg helt, eg hoyrdi yvir meg, tá ið Óli Breckmann bað um at tingið atkvøddi um, antin Heðin Mortensen skuldi sleppa at seta spurningin fram, so eg mátti spyrja uppaftur, sigur Edmund Joensen.
Eisini Heðin Mortensen vísti á, hvussu sjáldsamt tað er, at tað skal atkvøðast um ein fyrispurning.
Gloymskir
Men politiskir eygleiðarar siga, at so øgiliga sjáldsamt er hetta nú heldur ikki.
Teir siga, at tað eru ikki meiri enn tvey ár síðani, at tingmenn eisini bóðu um atkvøðugreiðslu um ein fyrispurning til ein landsstýrismann.
Og tá vóruatkvøddi bæði Edmund Joensen og Heðin Mortensen ímóti at fyrispurningurin skuldi svarast. Fleiri aðir tinglimir atkvøddi eisini ímóti.
Tá var tað Sámal Petur í Grund, sum ætlaði at spyrja Tórbjørn Jacobsen, sum tá var landsstýrismaður í mentamálum, um Sjónvarp Føroya metti allar politikarar eins, og um nakrar reglur eru fyri, nær ein politikari sleppur framat mikrofonini hjá sjónvarpinum.
Hetta gjørdi hann í samband við, at Nato- málið var til viðgerðar. Hergeir Nielsen hevði havt sínar viðmerkingar í Degi og viku. Men eftir sendingina ?grannar okkara?, var dagur og vikar, so at siga tikin uppaftur og tá slapp Jòannes Eidesgaard framat at siga sína hugsan, sum gekk ímóti tí, sum Hergeir Nielsen hevði sagt.
Sámal Petur í Grud helt, at hetta mundi vera eindømu í søguni hjá SvF og tí setti hann spurningin fram.Hetta var fyrispurningur nummar 100- 47 frá 2000.
Tað endaði kortini eisini við, at spurningurin skuldi svarast, tí 15 tinglimir atkvøddi fyri, 3 atkvøddu blankt og 9 atkvøddi beinleiðis ímóti- og herímillum vóru altso væði Heðin Mortensen og Edmund Joensen, løgtingsformaður. Leggjast kann afturat, at allir sambandsmaður atkvøddu ímóti, at spurningurin skuldi svarast, uttan Marjus Dam- men hann var burturstaddur.










