Heðin á odda fyri grundlógararbeiðið

Heðin Mortensen úr Javnaðarflokkinum er valdur til formann í §25 nevndini, ið skal arbeiða við Stjórnarskipan Føroya. Tað gjørdist greitt, tá atkvøðugreiðsla av formanni og næstformanni var á skránni fyri løtu síðan. Næstformaður er Bill Justinussen úr Miðflokkinum. Í báðum førum var tað einmælt samtykt.


- Nú er at fara í gongd, hyggja frameftir og royna fáa okkurt positivt burturúr. Eg leggi meg eftir, at allir partar skulu hoyrast, sigur Heðin Mortensen, nývaldur formaður í §25 nevndini, ið skal arbeiða við nýggju stjórnarskipanini, í stuttari viðmerking eftir fundin.


Eftir ætlan, so verður fyrsti fundur í §25 nevndini í næstu viku.