Á skránni er eisini nevndarval og annað, ið hoyrir skránni til.
Nýggja býráðið tekur kortini ikki við fyrr enn 1. januar 2021, men tá borgarstjórin er valdur, kann tann avgerðin ikki broytast aftur næstu fýra árini.
Gamla býráðið situr árið út og tekur tær avgerðir, sum takst, eitt nú at samtykkja nýggja fíggjarætlan fyri komandi ár.
Tá Heðin Mortensen sessast í borgarstjórastólinum á býráðnum 1. januar setir hann samstundis met sum tann longst sitandi borgarstjórin í Havn. Tá fer hann undir 13. árið sum borgarstjóri. Higartil hava Heðin Mortensen og Poul Michelsen býtt heiðurin ímillum sín, tí báðir hava sitið sum borgarstjórar í neyvt 12 ár.
Skráin sær soleiðis út fyri býráðsfundin í morgin klokkan 17:
##med2##