Ólavur Petersen
17. apríl er kjak millum Heðin Mortensen og kollfirðing um vansan við bingjuhavn á Signabø.
Tá Heðin Mortensen samanlíknar vansan á Signabø og Oyrareingjum við gang og larm frá vestara og eystara havnalagi í Havn , so er tað fyri tað fyrsta langt úti, og fyri tað næsta er havnalagi í Havn kveikjandi fyri huga og sál, sum ein perla millum aðrar líknandi perlur í heiminum; meðan havnalagi ínni á fjørð í Kollafirði hevur lagt eina náttúruperlu av teim dýrabarastu í oyði.
Hvør vendir sær til hvønn um samanlegging, Tórshavnar ella Kollafjarðar kommuna, veit eg ikki; men á borgarafundi í Kollafirði lovaðu býráðslimir í Havn kollfirðingum gull og grønar skógir. Serliga er tað ítróttarhøllin og arbeiðspláss sum fangaði í Kollafirði og sum førdu til at meiriluti var fyri samanlegging, - á eini fólkaatkvøðu sum varð hastað ígjøgnum meðan blóðið enn er heitt.
Hevði fólkaatkvøðan verið tveir mánaðir seinri, sigur kollfirðingur, so var meiriluti ímóti samanlegging.
Tá kollfirðingar vaknaðu sum við kaldan dreym, noktaði ungdómurin at fara í framhaldsdeild í Havn, men tvíhildu um at halda áfram við skúlagongdini á Oyrarbakka.
Leivur Hansen, býráðsformaður í Havn tá samanleggingin fer fram, og Heðin Mortensen, vita við vissu um skjal við Kollafjarðar kommunu sum tilskilar hvat útfylta økið við Signabø og Oyrarreingir skal brúkast til; men Leivur og Heðin charmeraðu seg fram til, at skjali ikki skuldi undirskrivast, tí samanleggingin skuldi ikki byrja við misáliti á hvønn annan.
Men at friðingarnevndir hevur loyvt og loyvir svínarínum í Kollafirði, er grátuligt. Yvirfriðingarnevndina eiga vit øll, og hvør plettur í Føroyum er allra føroyinga ogn.
At landsstýrismaðurin í kommunumálum hevur loyvt samanleggingini er ófatiligt. Kollafjørður er í einum valdømi (les: Norðsteymoyar valdømi), - restin av Tórshavnar kommunu er í einum øðrum valdømi. Kemur áhugamál hjá kollfirðingum fyri á Føroya løgtingi, so er tað kanska ein tjønuvíkingur sum skal tosa sak kollfirðinga, og ikki tingfólk úr Suðurstreymoyar valdømi.
Ongastaðni í landinum vóru lunnar lagdir undir tvørkommunualt samarbeiði sum í Sundalagnum, við Kollafirði sum størstu bygdini.
Heðin Mortensen bjóðar í kjaki í SvF 17. apríl til nýggjan borgarafund í kollafirði.
Møtið fjølmentir og krevji loysing frá Suðurstreymoy. Farið aftur í Sundalagið har sum sál og lív kollfirðinga hoyrir heima.
Krevjið øll skjøl á borðið, tí eg havi varhugan av, at kollfirðingar ikki rættuliga vita hvat gekk fyri seg uppundir atkvøðugreiðsluna.
Í hvussu so er tykist tað undarligt, at dagin eftir atkvøðugreiðsluna vóru fleir fólk sum søgdu seg hava atkvøtt nei, enn almenna valúrslitið sigur.
ois@petersen.mail.dk