Petur Hermansen
HETTA SKILIÐ MÁ FÁA EIN ENDA.
Um tekniska deildin ikki er før fyri at Havnin skínur til summarið, so kann alt gera tað sama, so er Havnin bara eitt RÓTHOL um summarið og størsta RUNUDÝKIÐ um veturin.
Hvat gerða vit so?? Jú sjálvandi, Brúka veturin til at gera Havnina klára til summarið, soleiðis at tá 1. mai er, er Havnin klár til okkum havnafólk og arðar gestir at hugna sær í, og vit kunnu verða stolt av HØVISTAÐNUM TÓRSHAVN.
Vit hava ikki havt vetur nú í mong ár, so her hevur Tekniska Deild ongar forðingar í at gera alt vanligt arbeiði, tað snýr seg BARA um at planlegja við skili, tað kundi eg klára við einum eyga.
Um vit hyggja at Miðbýnum í dag, sær hann alt annað en hugnaligur út, skitin og tvitin av arbeiði, og Gudhjálpi mær er arbeiði sett í verk á J. Patursonargøtu og havi skilt, at hetta skal gerast petti fyri petti. soleiðis at alt hetta summarið verður størsta fersluaðr ein ruðuleiki, og sum longu nú er ruðuleiki. Bilar skilja ikki skiltingina, sum var skeiv frá byrjan, men sum nú er rættað.
Eg kundi nevnt feiri ting í eru illa fyriskipa, men eri troyttur av at ár eftir ár sær Havnin farlig út.
Vælsignaði tit, borgarstjóri og restin: GERIÐ ARBEIÐIÐ LIÐUGT ÁÐRENN SUMMARIÐ soleiðis at vit havnafólk kunnu gleðast til summarið og at ferðandi, tað verið seg føroyinga ella ùtlendingar kunnu ferðast við gleði í Havn, og har er reint og pent.