Tað hevur mangan verið mikið rok teirra millum, tá val hava verið til býraðið í landsins størstu kommunu. Ì dag skulu teir bert siga nakað gott um hvør annan. Hetta hendir á Rás2 klokkan 14.15 í dag. Gestirnir hjá Jan Müller á Rásini eru Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn og Jan Christiansen, fyrrverandi borgarstjóri í Havn. Teir báðir fáa so eisini høvi at geva hvørjum øðrum eina ólavsøkugávu.