Hetta eru orðini hjá Heðini Mortensen, býráðslimi Sambandsfloksins í Tórshavnar býráð. Heðin Mortensen var ein teirra, ið tók stig til nýggju samgonguna millum Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Inga Mohr, sum varð valdur í býráðið fyri Fólkaflokkin við valið seinast.
Heðin Mortensen sigur, at Tjóðveldisflokkurin ongantíð hevur møtt á fundi fullmannaður ? men at bert Klæmint Olsen, býráðslimur Tjóðveldisfloksins hevur verið á onkrum fundi.
? Leivur Hansen hevur ongantíð viljað tosað við okkum, og kann eg bara taka tað sum tekin um, at hann hevur forlovað seg so nógv til Fólkaflokkin, tá hann fekk boðið borgarstjórasessin á sinni, sigur Heðin Mortensen.
Heðin Mortensen sigur, at hesa passivu støðu borgarstjórans tekur hann sum tekin um, at Tjóðveldisflokkurin ongan áhuga hevur í at vera við í nýggju samgonguni.
Men nýggju samgonguni tørvar als ikki Tjóðveldisflokkin, sigur Heðin Mortensen. Samgongan hevur átta av trettan býráðslimum ? og hevur meirilutan í øllum nevndunum, uttan teknisku nevnd.
? Sum borgarstjóri er Leivur Hansen bara ein vanligur embætismaður, so tað hevur í veruleikanum ongan týdning, um hann er við í samgonguni ella ikki. Vit fáa eins væl arbeitt fyri tað - og borgarstjórin hevur bara at gera, sum meirilutin sigur, sigur Heðin Mortensen.
Hann vísir á, at borgarstjórin hevur sera strammar reglar at ganga eftir í kommunulógini.
? Hann skal gera eftir samtyktum býráðsins.
? Hann kann ikki liggja á málunum
? Hann kann ikki manipulera
? Hann kann ikki útseta mál
? Alt hetta veit Leivur Hansen væl, so eg skilji ikki rættuliga, hví hann drálar við at koma við í samgonguna, sigur Heðin Mortensen, sum leggur dent á, at tað ber ikki til at bíða eftir Tjóðvelidsflokkinum, til tað passar teimum.
Týsdagin var fundur í byggi- og býarskipanarnevndini. Har varð nevndin umskipað soleiðis, at Jan Christiansen var koyrdur frá sum formaður, og Heðin Mortensen valdur í staðin.
Eisini var fundur í eldrabólkinum, sum er ein bólkur, býráðið hevur valt at seta út í kortið eldrapolitikkin hjá býráðnum. Í hesum bólki er Katrin Dahl fyri Fólkaflokkin, sum var formaður, Heðin Mortensen fyri Sambandsflokkin og Elin Lindenskov fyri Javnaðarflokkin. Eftir umskipanina varð Heðin Mortensen valdur til formann.
Týsdagin í komandi vikur verður fundur í Sosialu nevnd. Har fer Heðin Mortensen frá sum formaður, og tekur Elin Lindenskov tekur við formanssessinum aftur, sum hon hevði, til partur av Fólkaflokkinum í fjør fór úr meirilutanum í býráðnum.
Nýggja samgongan hevur tískil gott tak um nevndirnar í býráðnum. Í fíggjarnevndini, sum er týdningarmesta nevndin, og har borgarstjórin altíð er formaður, hevur samgongan allar nevndarlimirnar uttan borgarstjóran.
Í hinum nevndunum hevur meirilutin 3 og 4 av 5 limum, tó uttan í teknisku nevnd, har Fólkaflokkurin hevur tvey umboð og Tjóðveldisflokkurin eitt umboð. Hetta verður so einasta nevnd, har gamla samgonga varðveitir formanssessin.
Heðin Mortensen væntar sær nógv av nýggja samstarvinum í býráðnum.
? Nú skal nakað henda á barnaansingarøkinum og á eldraøkinum. Hetta eru tey málini, sum vit seta hægst á skánni. Og vit vænta eisini, at tað fer at bera til at gera nakað, nú vit bæði hava meirilutan í býráðnum og í nevndunum, sigur hann við Internet Sosialin.