Heðin Mortensen: - Landið herðir bara kreppuna

- Daprar ræðumyndir frá landspolitikarum um, hvussu stórt almenna hallið í Føroyum er og verður, eru lítið gagnligar. Reyðu tølini byggja einki upp, men sáa mistreysti niður í fólk. Hesum taka vit í høvuðsstaðnum ikki undir við, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn

Heðin Mortensen vil sáa treysti og ikki mistreysti. hann troyttast av at landsstýrisfólk og løgtingsfólk kropp á kroppi tosa um, hvussu álvarslig fíggjarliga og búskaparliga støðan er, og eitt nú sleingja teir um seg við tølum um, hvussu stórt hallið fer at verða og hvussu illa tað fer at standa til.

- At neyðugt er við átøkum, ið kunnu betra støðuna, eru øll greið yvir. Hví so ikki bara fremja tey, heldur enn at koma við einari støðulýsing fyri og aðrari eftir? Og hví ikki brúka verulig tøl, heldur enn at leggja tøl fram, sum ikki geva røttu myndina av veruligu støðuni, spyr borgarstjórin í Havn.

Hann vísir eisini á, at um vikuskiftið varð kommunala skuldin brádliga drigin inn í myndina, og harímillum var nevnt, at Tórshavnar kommuna er sera tyngjandi fyri støðuna í kommunala geiranum, tí kommunan hevur eitt hall upp á 105 milliónir krónur.

Júst hetta fær Heðin Mortensen at spyrja seg sjálvan, hvussu nógv so man vera um alt hitt, ið verður sett fram í hesum døgum.

- Tað skal ein heilt ótrúliga góður vilji til at síggja hallið hjá Tórshavnar kommunu sum ein tyngjandi faktor fyri onnur. Tað er jú ein gomul meginregla, at í ringum tíðum er skilagott at seta arbeiði í gongd, sum kann kasta nakað av sær og loysa ítøkiligar trupulleikar. Tað er beinleiðis út frá hesum, at Tórshavnar kommuna hevur tikið 109 milliónir krónur í láni til fígging av nýggjum skúla á Argjum, sigur borgastjórin.

Heðin Mortensen vísir á, at løgtingið kemur við einum ørvitisporjekti fyri og øðrum eftir ? sum til dømis tunlar í hópatali fyri ørandi upphæddir. Hann vísir á, at hetta eru bestu dømi um, at skomm er ikki skapt í teimum, sum skulu eitast at leiða landið ígjøgnum kreppuna.

- Og nú vit tosa um skúlar, so hevur Tórshavnar kommuna síðstu árini gjørt ítøkiligar íløgur í yngra ættarliðið og framtíðina, tí vit hava bygt og byggja skúlar fyri 400 milliónir krónur. Samstundis hava hvørki landsstýri ella løgting enn funnið og framt nakra loysn á miðnámsskúlaøkinum, so eg vil ráða frá, at steinað verður meira úr landspolitiska glashúsinum, sigur bersøgni borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu

Hann vísr at enda á, at tað er langt úti, at hallið hjá Tórshavnar kommunu skal brúkast sum ræðumynd.

- Gamaní hava vit tikið lán, men raksturin hjá kommununi hvílir í sær sjálvum, og talan er um lán til íløgur, sum fara at síggjast aftur og skapa virksemi mong ár fram í tíðina. Her er ikki talan um hol í jørðina. Tí skal mín áheitan á bæði løgtings- og landsstýrisfólk vera, at tey gevast við at mála daprar ræðumyndir um, hvussu stórt almenna hallið í Føroyum er ella verður, tí tær eru lítið gagnligar.

Heðin Mortensen sigur, at reyðu tølini, sum kappast verður um at leggja fram, byggja einki upp, men sáa bara mistreysti niður í fólk.

- Hetta vilja vit í høvuðsstaðnum ikki vera við til, tí vit vilja sáa treysti og síggja glottan aftan fyri tey kanska heldur myrku skýggini. Eg ivist í, um okkara landspolitikarar vita, hvussu stóran skaða teir gera, nú teir bara mála við svørtum. Tí hava vit ikki brúk fyri í einari kreppu, tá mest ræður um at hava eina leiðslu, sum torir og dugir at stýra og samstundis eggjar manningini til at gera sítt besta, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.