Heðin Mortensen skilur ikki, hví Ársins Songrødd ikki fær innivist í Høllini á Hálsi. Borgarstjórin fer í næstum at krevja eina frágreiðing um málið - Ársins Songrødd sleppur ikki at hava sína kapping í Høllini á Hálsi, segði Mark Joensen við Planet í dag.
Hann sigur, at bert ávísir persónar og feløg sleppa at leiga seg inn í høllina, og at tónleikurin sleppur ikki framat.
Hetta kennir Heðin Mortensen, borgarstjóri einki til.
- Eg kenni einki til hatta málið, tí sjálvsagt skal tónleikurin sleppa framat í Høllini á Hálsi, sigur hann við Planet.
Mark Joensen heldur, at tað er neyðugt hjá borgarstjóranum at halda eitt vakið eyga við, hvussu Høllin á Hálsi drívur sítt virksemi.
- Tað undrar meg stórliga, at fyriskipararnir av Ársins Songrødd kenna tað sum sleppa tey ikki framat. Eg fari at kanna málið, og fari at krevja eina frágreiðing frá Dánjal Samuelsen, ið er ábyrgdarpersónur í Høllini á Hálsi, sigur Heðin Mortensen og leggur dent á, at Tórshavnar Kommunu sjálvsagt skal hava nøktandi umstøður til tónleikin.
- Høllin á Hálsi er ein ítróttar- og samkomuhøll, men skal sjálvsagt húsa tónleikinum eisini, sigur Heðin Mortensen.










