Fyri løtu síðani skrivaðu Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi undir semju um at skipa býráðssamgongu í Tórshavnar Kommunu næstu fýra árini. Nýggjur varaborgarstjóri verður Bogi Andreassen úr Tjóðveldi - Flokkarnir ásanna, at politiska samarbeiðið flokkanna millum fekk dygga álitisváttan á býráðsvalinum, og tí er natúrligt, at somu flokkar halda fram komandi valskeið.
Framtíðar samarbeiðið byggir á tann grundvøllin, sum lagdur er í farna valskeiði, siga flokkarnir í felags fráboðanini.
Heðin Mortensen úr Javnaðarflokkinum verður valdur til borgarstjóra og 1. varaborgarstjóri verður Bogi Andreasen úr Tjóðveldi.
Flokkarnir eru samdir um at býta formanssessirnar í teimum føstu nevndunum soleiðis:
Fíggjarnevndin: Javnaðarflokkurin
Mentanarnevndin: Tjóðveldi
Byggi- og býarskipanarnevndin: Tjóðveldi
Heilsu og umhvørvisnevndin: Javnaðarflokkurin
Tekniska nevnd: Tjóðveldi
Sosiala nevnd: Javnaðarflokkurin
Havnanevndin: Tjóðveldi
Skrivað undir fráboðanina hava:
Heðin Mortensen
Bogi Andreasen
Elin Lindenskov
Marin Katrina Frýdal
Halla Samuelsen
Jógvan Arge
Levi Mørk
Jákup Símun Simonsen.
Maria Hammer Olsen