Heðin Mortensen hóttir nú samgonguna

Hann setir eina ávísa treyt fyri at vera við til at gera semju um tunlar, annars meldar hann pass

Tað er stór skomm, at landsstýrið ikki klárar at gera vegin ímillum Havnina og Eysturoyartunnilin, so at hann er liðugur tá ið Eysturoyartunnilin letur um fyri ferðslu um tvey ár.

 

Tað heldur Heðin Mortensen, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin, og býráðslimur í Havn. Tað hevur verið tosað í nógv ár um at gera vegin ímillum Havnina og Eysturoyartunnilin so mikið breiðan og góðan, at hann svølgir allari ferðsluni, sum verður, tá ið tunnilin er latin upp. Men tað hevur knípt at fáa semju um at seta pening av til endamálið og sum tað nú liggur í kortunum, verður vegurin ikki liðugur fyrr enn tvey, trý ár eftir at tunnilin er liðugur.

 

Men nú setir Heðin Mortensen samgonguni knívin á barkan. Hann ger nevniliga púra greitt, at skal hann vera við til at gera semjur í samgonguni um tunlar, skal vegurin ímillum Havnina og Eysturoyartunnilin á Hvítanesi, ikki bíða longur.

 

– Skal eg vera við til nakra semju um at gera tunlar, skal vegurin ikki bíða longur, sigur løgtingsmaðurin fyri Javnaðarflokkin. 

 

Annars søgdu bæði hann, og aðrir politikarar, at tað er óskiljandi fyri teir, at vegurin í millum tunnilin og Havnina, og vegurin til tunnilin ígjøgnum Runavík, ikki eru ein partur av upprunaligari verkætlanini um tunnilin. Og Heðin Mortensen heldur, at ein loysn kundi verið at felagið, sum ger Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, tekur eitt ískoytislán, so at vegirnir kunnu gerast nú.

 

– Vegurin ímillum Havnina og tunnilin skal gerast nu, annars meldi eg pass, og so mugu aðrir tunlar heldur bíða eisini, sigur Heðin Mortensen.