Heðin Mortensen er nú tingmaður fyri Javnaðarflokkin

Javnaðarflokkurin mátti langt niður í rekkjurnar fyri at manna tingbólkin í morgun, tá andstøðan legði fram misálitisuppskot móti løgmanni.

Triðingurin av tingmanningni hjá Javnaðarflokkinum var farin í páskafrí, tá tingfundur var í morgun. Andrias Petersen og Hans Pauli Strøm møttu tí ikki á tingfundinum, men tá brádliga eitt misálitisuppskot varð lagt fram, mátti John Johannessen, formaður Javnaðarfloksins á tingi upp á stutta tíð finna tvey eykafólk at manna tingbólkin.

Næst á listanum hjá Javnaðarflokkinum eru Mikkjal Sørensen í Porkeri og Nita Næs í Hvalba. Tað bar ikki til hjá teimum at møta við so stuttum varsli - Nita Næs er stødd uttanlands, og Mikkjal Sørensen slapp ikki til Havnar, tí Smyril siglir ikki fyrr enn í kvøld. Tí mátti Javnaðarflokkurin leita longur niður á listan eftir Heðini Mortensen, borgarstjóra í Havn og Kristoffur Gaardlykke úr Miðvági.