- Mín partur skal ikki liggja eftir. Verða boð eftir mær, so skal eg gera mítt til at bjarga Javnaðarflokkinum, sigur størsti atkvøðuslúkurin hjá Javnaðarflokkinum, Heðin Mortensen. Borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, er eitt møguligt boð upp á nýggjan formann í Javnaðarflokkinum. Spurdur um hann stillar upp, sigur hann, at hetta er ikki aktuelt enn.
- Fundur hevur ikki verið enn, so eg fái einki sagt um tað. Men eg havi sagt tað fleiri ferðir, at mín partur skal ikki liggja eftir, sigur Heðin Mortensen, sum als ikki vísir aftur, at hann tekur av, um boð verða eftir honum til formanssessin.
Hann sigur kortini, at verður okkurt annað gott uppskot, sum hann kann taka undir við at gerast nýggjur formaður ella -kvinna í Javnaðarflokkinum, so stuðlar hann fegin tí.
- Men her er eitt stórt arbeiði sum skal gerast, tí veljarakanningarnar eru ikki mjúkar við flokkin. Hetta arbeiðið skal í gongd nú, sigur Heðin Mortensen.
Heðin Mortensen fekk 2.200 atkvøður til seinasta býráðsval í Havn. Harvið er hann í løtuni størsti atkvøðuslúkarin millum valdu javnaðarpolitikararnar.