"Vísindin hevur als ikki havt løtt kor upp ígøgnum tíðirnar. Ymiskar mentanir og heimsáskoðanir hava mangan staðið ímóti og misnýtt vísindini. Vísindamaðurin Nicolaus Copernicus (1473-1543) stóð sera einsamallur í sínum kollveltandi sjónarmiði um, at jørðin ikki var miðdepilin í alheiminum. Men tíbetur sigraði vísindini, og í dag nýta vit gott av hesum frambroti. Myndin í dag er heldur øðrvísi, men søgan endurtekur seg mangan."
Tað er púra rætt, at vísindi ikki altíð hevur havt so góð kor. Heðin gloymur bara at nevna, at orsøkin nærum altíð hevur verið átrúnður í einum ella øðrum hami. Á døgum Kopernikusar blivu fólk brend á báli fyri at hava eina skeiva meining, tvs eina meining, sum ikki samsvaraði við meiningina hjá tí ráðandi kirkjuni. Kopernikus var ein gløggur maður, og sum prestur kendi hann allarhelst kirkjuna inn og ??t, og tískil almanna kunngjørdi hann aldrin sínar hugsanir. Tað var ikki fyrrenn aftaná hansara deyða, at bókin hjá Kopernikus kom ??t. So trong kor hevði vísindi á hansara døgum orsaka av átr??naði.
Galileo læs bókina hjá Kopernikus og bleiv hugtikin. Á døgum Galileos vóru tól ment, sum gjørdu tað gjørligt at skoða himmalin og síggja aðrar gongustjørnur. Ígjøgnum sítt arbeiði við at skoða náttarhimmalin kundi Galileo staðfesta, at Kopernikus hevði rætt: jørðin er ikki miðpunkt í okkara sólarskipan. Hetta fall sjálvandi ikki í góða jørð hjá kristnu kirkjuni. Tá í tíðini bleiv bíblian lisin ógvuliga bókstavuligt, og skriftstøð sum 1. Krýn 16:30 og Sálm 104:5 tosa øll fyri, at jørðin stendur í stað og vikast ikki. Tá bíblian sigur, at jørðin stendur í stað, so kundi tað bara merkja, at Galileo tók feil. Í Jósva kapitul 10 lesa vit eisini um, hvussu Harrin lat Amoritar í hendur Ísraelsmann við at lata sólina standa stilla. Enn eina ferð var niðurstøðan tann, at bíblian hevði rætt og Galileo hevði skeivt.
Trupulleikin hjá katólsku kirkjuni var bara, at hon hevði onki annað at byggja á, enn nøkur hissini skriftstøð úr einum 2-3000 ára gomlum teksti. Galileo hevði eygleiðingar, sum greitt staðfestu hansara niðurstøður. Allíkavæl bleiv hann settur í lívslangt húsavarðhald, tí hansara meining var ikki í samsvar við tí hjá teimum, ið ráddu fyri kristindóminum tá.
Í dag vilja trúgvandi menn, sum Heðin Lamhauge, vera við, at menningarlæran kann ikki vera sonn, tí hon samsvarar ikki við bíbliuna. Skapanarsøgan (hvør av teimum? Har eru minst tvær) sigur greitt, hvussu alt lív er vorið til, og so er ikki neyðugt at hugleiða meira um tað. J??st sum á døgum Galileos. Tíbetur eru vit í tí støðu, at menningarlæran byggjur á próvfasta vísindi meðan støðutakanin hjá Heðin byggir á líka skrivisliga grund, sum tann hjá tí katólsku kirkjuni fyri 400 árum síðan.
Heðin spyr "Hvør eigur vísindini". Eg haldi vit øll eiga at prísa okkum lukkulig fyri, at tað ikki eru persónar sum Heðin, ið framvegis eiga vísindini. Í dag eru vísindi almenn. Hon er á nógvum økjum sloppin frá at trælka undir okinum av átrúnaði, mannaættini til frama. At tað so framvegis finnast persónar, sum ynskja at síggja burtur frá vísindaligt haldbarum úrslitinum og frásiga sær alla rationella tankagongd kunnu vit ikki gera so nógv við. Søgan endurtekur seg mangan...