Heðin á Lakjuni fer ikki at spæla við barndómsfelagnum KÍ, sum er aftur í bestu deildini. Klaksvíkingurin hevur skrivað undir sáttmála við NSÍ.
Tað skrivar heimasíðan hjá runavíkingum.
Tað er somuleiðis greitt, at Pauli Poulsen fer eisini at standa á odda fyri liðnum í 2011.
Umframt Heðin á Lakjuni, hava András Gango, Jann Ingi Petersen, Jústinus R. Hansen, Christian Høgni Jacobsen og Klæmint A. Olsen skrivað sáttmála við NSÍ.