Nógv bendir á, at fyrrverandi landsliðsleikarin, Heðin á Lakjuni, aftur verður at síggja í barndómsfelagnum KÍ næsta kappingarár. Enn er sáttmáli ikki undirskrivaður, men hann er byrjaður at venja við felagnum. Hetta veit Norðlýsið at siga.
Heðin á Lakjuni, sum er 33 ára gamal, hevur seinastu tvey árini spælt við NSÍ. Hann er skrásettur fyri 16 A-landsdystir, har hann hevur skotið eitt mál.