Havnin skal hava sín part av menningarkvotuni, sum ætlanin er luta út eftir nýggju fiskivinnunýskipanini.
Tað gjørdi Heðin Mortensen, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkun, púra greitt, tá ið løgtingið viðgjørdi uppskotið um eina nýggja fiskivinnuskipan allan fríggjadagin. Men tað er í dag, at løgtingið skal taka endaliga støðu og tá fæst at vita um tað røkkur ella støkkur.
Ein partur av uppskotinum er, at 8,5 prosent av kvotunum skulu markast til øki í landinum, har arbeiðsloysið er stórt, og har fiskaarbeiðið er lítið.
Og áðrenn Løgtingið skal taka endaliga støðu, staðfestir Heðin Mortensen, at hann ætlar at tryggja sær, at Havnin fær sín ríviliga part av menningarkvotunum. Hann sær hettan nevniliga sum eitt gylt høvi til at fáa arbeiði aftur á gamla fiskavirkinum, Bacalao, á Vestaru Bryggju, sum var eitt av teimum heilt stóru arbeiðsplássunum í síni tíð.
Eftir kreppuna í nítiarunum, varð Bacalao endaliga stongt, og hóast fleiri royndir eru gjørdar at lata tað upp aftur, er alt miseydnað. Áhugi hevur verið at lata tað upp aftur, men tað er strandað hvørja ferð, tí ongin trygd var fyri, at tað fór at fáa fisk, tí tað eru nakrir fáir reiðarar, sum sita á øllum fiskiríkidøminum.
Men nú ein skipan við menningarkvotum verður sett í gildi, skal Havnin hava sín part, so at Bacalao kann latast upp aftur, við tí endamáli at skapa tímalønt størv til verkafólk aftur í Havn, sigur Heðin Mortensen.