Heðin klipti snórin

Nú er koyrandi eftir nýggju brúnni um Sandá ímillum Havnina og Argir.

Kl.16.00 seinnapartin vóru fleiri hundrað fólk savnað á brúnni um Sandá, har hátíðarløta var fyri at nýggja brúgvin nú alment varð tikin í nýtslu.


Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt røðu og greiddi frá um brúnna, og honum á baki var tað Elin Lindenskov, forkvinna í teknisku nevnd, sum segði nøkur orð.

 

Les eisini: Tey elstu koyrdu fyrst


Tá ið klokkan var farin nakað av 16, var løtan so komin, har Heðin Mortensen klipti snórin, sum býráðslimirnir í Tórshavn hildu í.


Ein røð av ellisakførum vóru fyrstu akførini, ið fóru um brúnna. Aftaná hesa bilarøðina var tað ein flokkur av rennarum úr Bragdinum, sum rann um brúnna.