Heðin Klakstein til nýtt felag

EB/Streymur hevur í dag gjørt sáttmála við 28 ára gamla klaksvíkingin Heðin Klakstein

EB/Streymur hevur í dag gjørt sáttmála við 28 ára gamla klaksvíkingin Heðin Klakstein, sum seinnu árini hevur spælt við Skála.

- Heðin kemur av Skála, har hann hevur spælt við besta liði seinastu trý árini. Hann hevur drúgvar royndir, og hevur spælt næstan 200 dystir í Betri-deildini og aðrar 100 í 1. og 2. deild og steypakappingini. Heðin kann spæla fleiri ymisk pláss í álopspartinum, skrivar EB/Streymur.

Ronni Møller-Iversen er nýggjur í hópinum, meðan spælarar sum Magnus Jarnskor, Fannhard Skoradal, Ragnar Danielsen, Rói Zachariasen, Rói H. Olsen, Símun Sólheim Hjalti K. Djurhuus, Niklas Kruse og Andras Olsen eru millum teirra, sum hava longt sáttmálan.