Heðin Kambsdal í Riberhús

Allan januar mánað eru myndir hjá Heðin Kambsdal at síggja í Riberhús í Fuglafirði.

Talan er fyri tað mesta um málningar, sum eru gjørdir fyri kortum. Íblástur er úr tí dialektiska nærumhvørvinum - úr náttúruni, dag og nátt, ljós og myrkur o.s.fr. Onkur andlitsmynd er eisini á skránni.

Heðin Kambsdal er føddur í 1951 og hevur í mong ár fingist við málningalist. Hann hevur verið við á nógvum varmakelduframsýningum, ólavsøkuframsýningum, várframsýninum, Lionsframsýningum og eisini í Smiðuni í Lítluvík. Haraftruat hevur hann sýnt fram sínar myndir uttanlands, millum annað í Lemvig, Herning, Ålborg, Hjørring og Frederikshavn.

Framsýningin letur upp mánadagin 10. januar og eru øll hjartaliga vælkomin at hyggja framvið og síggja framsýningina. Myndirnar eru til sølu og eru at síggja í upplatingartíðini mánadag - fríggjadag frá kl. 15.00 - 17.30 og leygardag frá kl. 11.00 - 13.00.