Heðin Kambsdal í Galerie Focus

Fríggjadagin 6. februar lat Heðin Kambsdal upp framsýning í Galerie Focus í Havn.

Heðin er føddur í 1951 í Fuglafirði og er útbúgvin lærari. Hann er eisini urguspælari og undirvísir m.a. í tónleiki. Sum myndlistamaður er Heðin sjálvlærdur. Hann sýnist at vera inspireraður av amerikanska listamanninum Edward Hooper (1882-1967) sum ofta málaði stórbýarmyndir, hús og fólkatómar gøtur.

Heðin hevur m.a. prýtt gongina í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, møtisalin í Horbelev prestagarði á Falster og Føroya Banka í Fuglafirði. Hann hevur havt framsýningar í Føroyum og í Danmark.

Framsýningin verður opin til 20. februar, týsdag-fríggjadag frá kl. 14-18 og leygardag frá kl. 16-18.