Heðin hitti Victoriu

Borgarstjórin í Havn hevði stóra smílið frammi, tá hann fyrr í dag hitti svensku krúnprisessuna á Stockholms slotti.

Ørindini hjá Heðini Mortensen eru annars ein ráðstevna fyri norðurlendsku høvuðsstaðirnar. Ráðstevnan hevur heitið ”Vaksandi býurin – møguleikar og avbjóðingar við urbanisering og globalisering.”

Ráðstevnan vardi í tveir dagar og endamálið er at skapa samarbeiði og at gera nakrar felags niðurstøður.?

Síðani vórðu teir átta norðurlendsku borgarstjórarnir bodnir til eina samkomu við Victoriu krúnprinsessu á Stockholms slotti, har henda myndin er tikin.

Borgarstjórarnir sótu í útivið ein tíma og prátaðu við Victoriu, krúnprinsessu, á Stockholms Slott í Gamla Stan. Hon vísti stóran áhuga fyri Føroyum og segði seg at hava hug at koma á vitjan. Heðin Mortensen, borgarstjóri, nýtti høvið at bjóða henni vælkomnari at vitja.

- Krúnprinsessan vísti serligan áhuga fyri okkara royndum við grønari orku, hvussu vit útbygdu infrastrukturin og ikki minst var hon áhugað í okkara skúlaskipan. Hon tykist fylgja avbera væl við og tað var eitt upplivilsi at hitta hana, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, í stuttari viðmerking.

Á myndini síggjast frá vinstru borgarstjórin í Marihamn Edgar Vicktrøm, Annette Christensen úr Keypmannahavn, Arja Karhuvaara úr Helsinki, krúnprinsessa Victoria, Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, Jón Gnarr úr Reykjavik, Stig Berger Røsland úr Oslo og Sten Nordin úr Stockholm.