Fótbóltur
Tað var longu tíðliga í januar mánaði, at Heðin á Lakjuni kendi til trupulleikar í knænum. Fleiri læknar hava síðani hugt at skaðanum, men fram til seinasta týsdag varð tó ikki mett, at talan var um so øgiliga álvarsligan skaða.
Tí var Heðin eitt nú eisini partur av landsliðsleguni í Florida um seinasta mánaðarskifti, men tá trupulleikarnir ikki vildu hvørva, gjørdist neyðugt við enn fleiri kanningum.
Nú er staðfest, at aftara krossbandið í øðrum knænum er slitið. Fyribils havi eg tó fingið at vita, at neyðugt verður ikki við skurðviðgerð. Ístaðin havi eg fingið nakrar servenjingar, sum eg støðugt skal gera, soleiðis at vøddarnir kring knæið kunnu bera trýstið, sum krossbandið annars ber, staðfestir Heðin sjálvur um skaðan.
Hann dugir tó ikki rættiliga at siga, um hetta merkir fráveru til fyrstu dystirnar hjá KÍ í Formula-deildini.
Eg havi so roynt at vant, og tað hevur gingið hampuligt, hóast eg havi merkt nakað til skaðan. Boðini frá læknunum eru tó, at eg eri klárur heilt skjótt, men um tað verður longu sunnudagin, dugi eg enn ikki at siga.










