Heðin hevur nú metið sum borgarstjóri í Havn

Tá Heðin Mortensen á midnátt tók við sum borgarstjóri í Havn, setti hann samstundis met sum tann, sum hevur sitið longst sum borgarstjóri.

 

Hetta metið tók hann frá Poul Michelsen, sum átti metið einsamallur frá 1992, tá hann tók metið frá Mads Andreas Jacobsen, sum var borgarstjóri frá 1. januar í 1933 til hann doyði 31. mai í 1944. Tá hevði Mads A. Jacobsen sitið sum borgarstjóri í 11 ár og 5 mánaðir.

Tá Heðin Mortensen fór frá sum borgarstjóri 31. desember í 2016 tangeraði hann metið hjá Poul Michelsen, ið var júst 12 ár, og tað metið tók hann so á midnátt.

Og nýggi borgarstjórin skal til arbeiðis alt fyri eitt – hann sleppur ikki at bíða til mánadagin, tí longu í dag skal hann gifta eitt par, og aftur í morgin skal hann gifta annað parið.

Gerandisdagurin hjá Heðini Mortensen sum borgarstjóri byrjar annars mánamorgunin, tá hann fer til arbeiðis á skrivstovuni á Vaglinum í Havn.