Heðin hevur longt við KÍ

Heðin á Lakjuni hevur gjørt nýggjan 2 ára sáttmála við KÍ

29 ára gamli Heðin á Lakjuni telist millum teir royndu spælararnar í hópinum hjá KÍ, og seinastu kappingarárini hevur hann verið liðformaður á liðnum. Heðin var við á KÍ-liðnum, sum í 1999 vann føroyameistaraheitið, og tá ið hann seinni spældi fyri B36 og HB gjørdist hann eisini føroyameistari við teimum liðunum. Í 2005 kom Heðin aftur til Klaksvíkar at spæla, og hann hevur spælt við KÍ síðani.